Peter Mohr Dam
| Peter Mohr Dam | |
|---|---|
![]() | |
| Føroya Løgmaður | |
| Í embæti 8. januar 1959 – 4. januar 1963 | |
| Monarkur | Fríðrikur IX |
| Undanmaður | Kristian Djurhuus |
| Eftirmaður | Hákun Djurhuus |
| Í embæti 12. januar 1967 – 8. november 1968 | |
| Undanmaður | Hákun Djurhuus |
| Eftirmaður | Kristian Djurhuus |
| Løgtingslimur | |
| Í embæti 1936 – 8. november 1968 | |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Peter Mohr Dam 11. august 1898 Skopun, Føroyar |
| Andaðist | 8. november 1968 (aldur 70) Tórshavn, Føroyar |
| Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Peter Mohr Dam (11. august 1898 í Skopun - 8. november 1968 í Tórshavn) var løgmaður í Føroyum og útbúgvin lærari. Dam var lærari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri Enigheden, har hann óløntur starvaðist tað mesta av ævi síni. Dam var ein av høvuðsforsprákarunum, tá ið fólk á Tvøroyri stovnaðu felagið Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag.
Petur Mohr Dam var formaður Javnaðarfloksins í tíðarskeiðnum 1936 - 1968. Í tveimum skeiðum var han Føroya løgmaður 1958-1962 og 1967-1968. Frá 1928 - 1968 var hann løgtingsmaður, árini sum løgmaður undantikin. Í tíðarskeiðnum 1964-1967 var hann fólkatingslimur.
- 1928 - 1968 løgtingsmaður, árini sum løgmaður undantikin.
- 1936 - 1968 formaður Javnaðarfloksins.
- 1948 - 1957 fólkatingslimur.
- 1958 - 1962 løgmaður.
- 1964 - 1967 fólkatingslimur.
- 1967 - 1968 løgmaður.
Børn: Atli Pætursson Dam (1932 - 2005), Signar Dam, lækni, Bergur P. Dam (faðir Rigmor Dam)
Kelda
[rætta | rætta wikitekst]- Marius Johannesen : Dam, Peter Mohr í: Dansk biografisk leksikon, 3. udgave, bind 3 (1979),s. 558
- Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 266 (PDF-Download Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)
Andrass Samuelsen | Kristian Djurhuus | Peter Mohr Dam | Hákun Djurhuus | Peter Mohr Dam | Kristian Djurhuus | Atli Pætursson Dam | Pauli Ellefsen | Atli Pætursson Dam | Jógvan Sundstein | Atli Pætursson Dam | Marita Petersen | Edmund Joensen | Anfinn Kallsberg | Jóannes Eidesgaard | Kaj Leo Johannesen | Aksel V. Johannesen | Bárður á Steig Nielsen
